Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú tosað verður um at strika týskt sum lærugrein í skúlanum, skriva fólk skilagott um ørskapin.
 
Christian Haraldsen var eisini lærari í realskúlanum í Havn undir krígnum. Vit høvdu hann í týskum í 1941/42.

Nógv av tí, hann lærdi okkum, t.d. ta týsku grammatikkina, sum vit dugdu næstan betri enn ta føroysku, og remsuna an, auf, hinter … vor, zwishen, sum ikki stýra dativ (An der schönen blauen Donau), er neglað í kulturøkið í okkara heila.

Tá ið Haraldsen segði Ich habe mein Herz in Heidelberg verloren [Haraldsen hevði studerað í Heidelberg], kom útlongsul í okkara sál.

Hendan sangin kunnu vit hoyra og síggja í YoyTube.

Haraldsen dugdi at gera tað týska málið livandi og spennandi: Bist du in Deutschland gewesen? Ja, ich bin in Deutschland gewesen.

Og so lærdi Haraldsen okkum at siga (stava) 7777 á týskum í einum orði:

Siebentausendsiebenhundertsiebenundsiebzig.

Jú, tímarnir í týskum hjá Haraldsen (ættaður úr Elduvík) og tímarnir í enskum hjá Nygaard (ættaður av Eiði)  fluttu okkum út í stóru verð. 

Í tímunum hjá Nygaard lósu vit ensk bløð, sum vit figu regluliga frá tí bretska konsulátinum.

Um týskt fer at hvørva sum lærugrein í okkara skúlum, verður tað stórt afturstig á okkara mentanarøki.

Heri Mohr

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo