At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Talan er um 200 metra langa farmaskipið Felicity Ace, sum skal hava fleiri hundrað, kanska fleiri túsund, Volkswagen bilar umborð. Skipið rekur nú fyri vág og vind einar 100 fjórðingar frá Asorunum, og hagar er manningin nú flogin við tyrlu, eftir at støðan bleiv ov hættislig til at vera umborð.

Ongin av manningini er komin til skaða, men ivasamt er við skipinum og lastini, sum brennur uttan tamarhald.

Skipið var á veg úr týska býnum Emden til Davisville í Rhode Island. Reiðaríið hevur fyribils ikki viljað upplýst, hvussu nógvir bilar eru umborð, men serfrøðingar siga við AP, at skipið lættliga kann hava nógvar túsund bilar umborð.

Tað ger ikki støðuna lættari, at skipið er alt ov stórt til at verða sleipað til Asorurnar, sum er næsta havn.

 

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo