Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Sendistova Føroya til Íslands: 15. apríl í ár fyllir Vigdís Finnbogadóttir, fyrrv. forseti Íslands, 90 ár.

 

Harafturat eru tað í summar 40 ár síðan Vigdís, sum fyrsta kvinna í heiminum, varð vald at vera forseti í fólkaræðisvalskipanini og sat hon sum forseti í 16 ár, frá 1980 til 1996.

 

Í hesum sambandi ynskir Ísland at sýna takksemi og fagna einari megnarkvinnu.

 

Ætlanin er at halda eina veitslu, ið ríkisstjórn Íslands, Reykjavíkar kommuna, Háskóli Íslands og Veröld stovnur Vigdísar saman skipa fyri.

 

Hátíðarhaldið hevur opnar dyr og øll eru vælkomin. Serstakliga vóna samskipararnir at síggja mong ung fólk til tiltakið. Tó, sum nú skilst, so hevur korona virusið sett forðing fyri hesum, og verður tað tí íslendska ríkisútvarpið – RÚV (sjónvarpið), sum fer at senda frá einum hátíðarhaldi, ið verður tillagað verandi umstøðum.

 

Mett er at veitslan fer at kosta millum 14 – 15 mió. ISK (~750.000 – 800.000 DKK). Av hesum stuðlar Landsbankin við 5 mió. ISK (~ 270.000 DKK), harav helvtin fer til eina nýggja virðisløn Vigdísar (Alþjóðleg menningarverðlaun Vigdísar – Altjóða mentanarvirðisløn Vigdísar), ið verður handað á fyrsta sinni á føðingardegnum, tann 15. apríl.

 

Virðislønin verður veitt einstaklingum, sum hava skarað framúr í sínum arbeiði, við atliti at mentan og serliga tungumálum.

 

Ætlanin er at RÚV sendir frá handanini.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo