Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í Vágum og aðrastaðni við, er stórur tørvur á gróti. Sum er, er trupult er at útvega meira grót, av tí at tey verandi grótbrotini eru vorðin ríkiliga stór og misprýða landslagið. Flestu bygdarráð nokta, at grótbrotini verða størri.

Nýggja grótbrotið, sum verður 150 m2 til víddar, verður gjørt inn í fjallið við Fútaklett og endar í Vatnsoyrum, sum tunnil, einar 6 km. til longdar, sum svarar til 900 tús. m3, sum er 1,5 mill. m3 í leysum tilfari.    

Vatnsoyrartunnilin
Fíggjarmálaráðið nevnir henda tunnil í "Búskaparfrágreiðing fyri 2020" soleiðis:

Vatnsoyrartunnil (Fútaklettur – Vatnsoyrar).

Møguligar avtalur
Tilber at gera avtalur millum fyritøkur, sum hava tørv á gróti og annars hava áhuga í verkætlanini.

Fleiri føroyskar byggifyritøkur hava áhuga at spreingja og selja grót. Væntast kann, at fyritøkur í Vágum og aðrastaðni, sum skulu brúka nógv grót, fáa serligan áhuga í ætlanini.

Skilagott hevði verið, at P/F Vágatunnilin leggur koyriveg inni í tunlinum. Bilferðslan í Vágatunlinum vil fegin gjalda fyri hesa nýggju farleiðina, av tí at tað verður nógv skjótari, bíligari, og tryggari at koma úr Vágatunlinum vestur á Flogvøllin.

Fyritøkur, sum SEV, Føroya Tele og aðrar, hava ivaleyst áhuga at leggja kaðal og aðra tøkni í nýggju farleiðina.

Flogferðslan
Fyri flogferðsluna hevur nýggja farleiðin alstóran týdning. Full nytta fæst tá burturúr teimum báðum fyrimyndarligu verkætlanunum, Vágatunlinum og Vága floghavn, sum báðar eru vælvirkandi, á høgum nútíðar-, altjóðastøði. Eingin seinkandi og vandamikil fløskuhálsur verður á leiðini av flogvøllinum inn á meginøkið.

Nýggja farleiðin av flogvøllinum til Vágatunnilin verður 9 km. styttri enn verandi. Við vanligari ferð verða umleið 12-15 minuttir spardir at koyra.

Ferðslutrygdin
Farleiðin verður gjørd eftir norskum standardi, har trygdin er á hægsta støði.

Trygdin verður økt, av tí at farleiðin verður eftir sløttum og ikki í bygdum øki.

Óneyðugt verður at koyra millum húsaveggirnar og tvørtur um tær átta darvandi og ikki vandaleysu ferðsluforðingarnar, sum eru í Miðvági og Sandavági.

Tunnil til Sandavágs og Miðvágs – ein nýggjur møguleiki 
Miðskeiðis inni í nýggja tunlinum millum Fútaklett og Vatnsoyrar verður rundkoyring gjørd, soleiðis at teymur úr Giljanesi inn í rundkoyringina kann verða gjørdur seinni.

Vága kommuna
Fyri Vága kommuna er ætlanin stórur fyrimunur, sum minkar um nógvu og tungu ferðsluna gjøgnum tætt bygdu økini, har verandi landsvegur nú liggur gjøgnum Sandavág, skúlaøkið á Giljanesi og millum hús í Miðvág.

Staðbundna ferðslan í Sandavági og Miðvági fær nú náttúrligar umstøður at mennast, og nýtist ikki at hava ógvisligu gjøgnumgangandi ferðsluna í huga.  

Hálsurin
Ferðslan sleppur undan tungu brekkunum niðan á Háls norðanfyri Sandavág. Á vetri er henda farleiðin beinleiðis vandamikil, serliga í hálku og í kavaroki.

Fólk hava ofta sitið innikavað í bili á Hálsinum nógvar tímar.

Vit kenna øll hesa ávaringina, sum var nú ein dagin: "Landsverk ávarar serliga ímóti trimum vegastrekkjum, Vestmannavegnum, Oyggjarvegnum, og vegnum um Sandavágsháls. Har er vindur, men har er eisini fitt av kava, so Landsverk sigur, at har eru vánalig koyrilíkindi. Tí verður heitt á bilførarar, sum skulu tann vegin, um at koyra varliga."

Sparingar
Nógv brennievni, bit og slit og CO-2 útlát verður spart við hesi nýggju farleið.

Fyri Landsverk er tað eisini stórur fyrimunur og sparing at sleppa undan kostnaðarmiklum kavagrevstri. Viðlíkahaldið av verandi vegi um Hálsin verður eisini ódýrari.

Fígging og umsiting
Vágatunnilin varð veruleiki av tí at nýggja og tá ókenda nýtslugjaldið kom inni í myndina.

Henda nýggja farleiðin verður eisini fíggjað á nýggjan og óvanligan hátt, nevniliga umvegis P/F Vágatunnilin.

Byggifyritøkur kunnu eisini seta pening í ætlanina.

Fyritøkur, ið tørva nógv grót kunnu seta pening í ætlanina.

Løgtingið kann seta pening í ætlanina, sum annars ikki darvar fíggjarlógina stórvegis.

SEV, Føroya Tele o.a., sum fáa serliga nyttu burturúr, hava møguleika at seta pening í ætlanina.

P/F Vágatunnilin
Skilagott hevði verið um P/F Vágatunnilin framhaldandi verður sjálvstøðugt partafelag, óheft av øðrum virksemi enn Vágatunlinum og Vatnsoyrartunlinum.

Tilber at víðka partafelagið Vágatunnilin við nýggjum íleggjarum, sum hava áhuga í verkætlanini.

Best hevði verið um P/F Vágatunnilin eisini hevði byggi- og rakstarar-umsitingina av nýggju verkætlanini um hendi.

Av tí at viðskiftafólkini eru tey somu, hevði verið skilagott, at gjaldið sum ferðslan í Vágatunlinum nú rindar, fer til íløgu og rakstur av nýggja Vatnsoyrar-tunlinum.

Tað hevði somuleiðis verið gott hugskot, at P/F Norðoyatunnilin tók sær av at gera og reka tunlar Norður um Fjall, eftir júst sama leisti. Sjálvandi skal nýggi tunnilin gerast úr Gerðabøi, sjálvt um tað eru eini 3-5 ár at bíða eftir fornfrøðiligum kanningum. (3-5 ár er "ongin" tíð at bíða eftir røttu loysnini).

"Ókeypis at koyra"
Drúgva kjakið um verandi bummgjøld, verður við hesi verkætlan endað.

Ferðslan í Vága- og Norðoyatunlinum vil fegin halda fram at gjalda nýtslugjaldgjald, av tí at gjaldið verður til fyrimuns fyri brúkaran sjálvan og ongan annan.

Vinn-Vinn
Samanumtikið verður henda framtíðartryggjaða ætlanin ein vinn-vinn-støða fyri allar partar; fyri Vágar, flogferðsluna og føroyingar allar.

Gott Nýggjár! 

Dánjal Poulsen
áhugaður í føroyskari samferðslu
Gamlaárskvøld 2020

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo