Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

24.-26. februar verður Bylgjan í Runavík karmur um stórt felagskirkjuligt tiltak.

Flestu føroyingar munnu hava hoyrt um TeenStreet – felagskirkjuligu altjóða ungdómsleguna, sum er hvørt summar í Týsklandi. Tað er trúboðarafelagsskapurin OM, sum skipar fyri TeenStreet, og í ár verður legan hildin fyri 25. ferð. Seinastu árini hava uml. 4000 luttakarar verið á leguni, sum er í eina viku og annaðhvørt ár er í Norðurtýsklandi og annaðhvørt í Suðurtýsklandi. Leguluttakararnir eru úr fleiri enn 30 ymiskum londum – flest úr Europa.

Føroyingar hava verið á TeenStreet øll árini og seinastu 2 sumrini hava um 400 føroyingar verið at sæð á týska leguøkinum.

Dagurin á TeenStreet er samansettur av bíbliutíma, andakt, lovsangsløtu, og nógvum ymiskum frítíðarítrívum. Tað eru hjúnini Josh og Debs Walker úr USA, sum hava dagligu bíbliutímarnar á TeenStreet, og í vikuskiftinum eru tað tey bæði, sum eru á vitjan í Føroyum saman við einum íra. Á TeenStreet verður dentur lagdur á, at tað, sum fer fram, er tillagað ungdóminum – td skiftandi innsløg á pallinum, spøl, dansur, góð ljóð- og ljósviðurskifti og harður nútímans tónleikur – soleiðis verður eisini í Bylgjuni.

Møtini vera í Bylgjuni fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 21 og 23 og sunnukvøldið kl. 19. Afturat talarunum úr USA, luttekur ein føroyskur lovsongsbólkur samansettur av fólki úr ymiskum samkomum í Føroyum, og hvørt kvøld verður eisini soloframførsla. Tað, sum verður sagt á enskum, verður tulkað til føroyskt.

TeenStreet er lega fyri 13-17 ára gomul. Øll eru tó hjartaliga vælkomin í Bylgjuna í vikuskiftinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo