Noreg hevur leingi havt lítið av smittu og fá eru deyð, men eitt smittuútbrot av bretska variantinum fekk í dag myndugleikarnar at reagera.
Hetta merkir, at Stórtingið steingir frá næstu viku, og starvsfólkini skulu arbeiða heimanífrá.
Allir handlar og handilsmiðstøðir í tíggju kommunum í Oslo eru latin aftur frá í dag og til 31. januar.
Bert matvøruhandlar, apotek og bensinstøðir hava opið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo