Ljós hevur ikki sæð myrkur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Eysturkommuna: Á býráðsfundi í síðstu viku samtykti býráðið at seta gongd á víðari útstykking á Fløtugerði í Leirvík. Talan er um 18 grundstykkir og eitt øki á 3688 m2, sum kann brúkast til íbúðabygging.

Hetta er byggistig 2 á Fløtugerði, har 18 nýggj grundstykkir vórðu útstykkjaði fyrraárið. Fleiri nýggj hús standa í løtuni í gerð, og nú verður stykkja út til enn fleiri bústaðir.

Teknistovan í Gøtu hevur gjørt uppskotið til byggistig 2 av útstykkingini, og hetta skal viðgerast av teknisku umsiting áðrenn tað verður endaliga góðkent. Tá hetta er góðkent er klárt at bjóða arbeiði út.

Stórur áhugi at búgva í Eysturkommunu
Áhugin at seta búgv í Eysturkommunu er stórur. Fyri sløkum mánað síðan vórðu 27 grundstykkir seld við Myllá í Norðragøtu. Nógv sótu klár við knappaborðið, tá grundstykkini vórðu sett til sølu tann 8. mars kl. 12.00, og eftir lítlari løtu vóru tey flestu grundstykkini umbiðin. Nakrar dagar seinni vóru øll grundstykkini farin.

Fólkatalið vaksur eisini støðugt. Í februar í ár búðu 2214 fólk í Eysturkommunu, sum er fjórðstørsta kommuna í landinum. Hetta er ein vøkstur á 58 íbúgvar seinasta árið. Seinastu 5 árini er fólkatalið vaksið 10,8%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo