Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umhvørvisstovan: Fólk kring landið og frá fleiri ymiskum geirum hava í vikuni skipað eitt netverk, sum hevur til endamáls at samstarva um náttúruvernd í Føroyum. Umhvørvisstovan hevur tikið stig til netverkið og verður toghaldari fyrsta árið.  

Umhvørvisstovan skipaði í vikuni fyri einum tiltaki á Reinsarínum um náttúruloysnir og lívmargfeldi í Føroyum. Á skránni vóru framløgur um avbjóðingar og møguleikar á økinum, og víst varð á ítøkiligar fíggingarmøguleikar gjøgnum verkætlanir hjá Norðurlendska ráðharraráðnum. Síðani var pallborðsorðaskifti, har lokalpolitikarar úr Runavíkar, Sjóvar og Tórshavnar kommunu luttóku umframt umboð fyri Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU), Tjóðsavnið, umsitingina í Tórshavnar kommunu og Umhvørvisstovuna. 

Umleið 65 fólk, umboðandi millum annað almennar stovnar, vinnulív og náttúrufelagsskapir, møttu til tiltakið. Endamálið var at savna fólk, sum arbeiða við náttúruvernd á landi, annaðhvørt á fyrisitingarligum ella praktiskum støði, so vitanin verður savnað, og rúm verður til vitanardeiling. Aftaná tiltakið varð netverkið stovnað, og avtalað varð, at Umhvørvisstovan verður toghaldari á arbeiðinum fyrsta árið. Síðan er ætlanin, at tað gongur uppá skift.

Tey, sum ikki vóru til tiltakið men eru áhugað í at vera partur av netverkinum, kunnu framvegis tekna seg við at skriva til siggaj(at)us.fo ella jonao(at)us.fo

Les meira um náttúruloysnir og fíggingarmøguleikar her á us.fo/nbs og á | Nordisk Samarbejde (norden.org) 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo