Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Tá ið freistin at søkja stuðul til NORDPLUS-tiltøk var úti 1. mars vóru 582 umsóknir innkomnar. Umsóknirnar komu frá 3.824 stovnum og felagsskapum úr øllum NORDPLUS-limalondunum, og áhugi var fyri samstarvi innan øll fimm stuðulsøki. Samanlagt varð søkt um 183 milliónir krónur.

Umsóknirnar eru nú viðgjørdar, og av teimum 582 umsóknunum er 403 játtaðar. Samlaða upphæddin, sum er játtað, er um 77 milliónir krónur, og tær fara til 3.115 av teimum 3.824 stovnunum og felagsskapunum, sum søktu.

82 føroyskir stovnar og felagsskapir søktu um NORDPLUS-stuðul. Hetta eru 2,6 % av teimum 3.115, sum søktu, og Føroyar eru sambært Jonas Ludvigsen, NORDPLUS-samskipara, yvirumboðaðir eftir fólkatalinum.

Les meira um NORDPLUS.

Í 2017 og 2018 verður serligur dentur lagdur á verkætlanir, ið snúgva seg um undirvísing av tilflytarum og flóttafólkum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo