Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Eini 110 fólk frá fjølmiðlum, frímerkjasavnarum, familju og øðrum áhugaðum hava teknað seg til móttøkuna í Rotterdam Maritime Museum, har frímerkið um hollendska eysturindiafararan, “Westerbeek”, ið sigldi á land og sakk sunnan fyri Lopranseiði 2. september 1742, verður avdúkað.

- Hetta er størsti áhugi, sum vit nakrantíð hava verið úti fyri uttan fyri Norðurlond í sambandi við útgávu av einum føroyskum frímerki, sigur Svanbjørg Manai, filateliststjóri á Posta.

Mett verður, at ikki minni enn fýra-fimm túsund føroyingar eru eftirkomarar av manningini á Westerbeek.

Tað var ein av tátíðar størstu reiðarafyritøkum í heiminum, V.O.C., ið átti Westerbeck.

Posta hevur í hesum sambandi gjørt av at geva út frímerki við Westerbeek, og tí verður skipað fyri ferð til Hollands í døgunum 17. til 21. februar. Flogið verður úr Føroyum til Keypmannahavnar og víðari við bussi til fyrst Amsterdam og síðani Rotterdam.

Útgávan av nýggja frímerkinum hjá Posta fer fram í Rotterdam Maritime Museum.

Skipsvanlukkan við Lopranseiði hevur djúpar røtur í føroyska samfelagnum, tí mett verður, at fleiri túsund føroyingar hava ættarbond til manningina á Westerbeek.

Tað er ein av eftirkomarunum av einum av manningini, Sámal Bláhamar, ið skipar fyri túrinum til Hollands. Við á ferðini er Mathias Lassen, ið hevur skrivað bókina um Westerbeek, sum kom út í 2008.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo