Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Saloma er ættađ ùr Kollafirđi og Adolf ùr Vági. Saloma hevur gjørt ymist fyrifallandi arbeiđi,  m.a innan fiskaarbeiđi. Hon arbeitti, m.a ì nògv ár ì svimjihylinum ì Vágs skùla. Annars hevur hon fyri tađ mesta, ansa hùs og heimiđ. 

Adolf hevur fyri tađ mesta av lìvinum, veriđ sjòđmađur. Somuleiđis hevđi Adolf ì seksti árinum resturantiòn ì Vági. Har hann byrjadini var ì starviđ hjá Petur Nolsø eldra, sum bakari. Seinni ròku hann og Saloma resturatiònina og var hon virkin ì nøkur ár. Stađiđ var nevnt " hjá Adolf ". Har komu nògv fòlk á gátt, serligani um vikuskiftini. 

Adolf hevđi ein sokallađa " Jukeboks ", ì resturantiònini. Hann keypti sjálvur singul plátur og fekk eisini singul plátur til jukeboksina frá ymiskum vágbingum sum silgdi ùti tá. Seinni endađi henda jukeboks hjá Jørgini Olsen sála, sum átti biografin ì Vági tá.

Adolf hevur, eisini havt ùtròđrarbát saman, viđ pápa sìnum og beiggunum hjá sær. Teir ròđu nògv ùt heilt fram til fyrst ì 90 unum.

Adolf er vágbingur viđ stòra V. Hann elskar, alt tađ sum hendir ì Vági og hann frøđist um alt sum her er. Hann sigur eisini sjálvur, at hann minnist ikki so nògvan trivnađ fyrr ì tìđini ì Vági, enn nù. Her sipar hann serligani til alt virksemi innan ìtròttin ì bygdini.

Um okkurt er galiđ ì Vági ella hjá VB / FC Suđuroy, ja so hava tvøramenn ella havnarmenn alla skyldina. Men alt er hòast tađ,  viđ einum brosiđ frá honum.

Adolf og Saloma eru tvey, sera fitt og fyrikomandi fòlk, eru altìđ klár, at hjálpa øđrum. Tey leggja ikki ì, um tađ so gongur ùt yvir tey sjálviđ. Bara hini hava tađ gott, so eru tey glađ. 

Adolf elskar ìtròtt, serligani fòtbòlt, hondbòlt og kappròđur. Hann var eisini sera virkin viđ VB í fòtbòlti ì ein mannsaldur. Tađ fer heldur ikki, ein dystur framviđ hjá honum, bæđi innan hondbòlt og fòtbòlti. Lìka mikiđ hvør spælir, so er hann á Eiđinum og klárur at stuđla har.

Adolf var eisini ein sera stòltur mađur, tá hann herfyri " skeyt fyrsta almenna bòlin ì nýggju Marhøllini ì Vági " og harviđ var Marghøllina ì Vági tikin ì nýtslu. 

Adolf hevur eitt framùr minni og fortelur nògvar minnandi og gevandi søgur, um liviđ. Ja hann hevur nògvar søgur. Sum bæđi er skemtandi og gevandi. 

M.a søgan frá, 2 verhaldarbardaga, har hann var raktur av skoti frá týskum bumbuflygvara, sum tannáringur. Hesin flùgvari,  skeyt og bòmbađi gjøgnum Vágsbygd. Flùgvarin rakti Adolf, viđ streifiskoti á kjálkan. 

Holini av hesum skotum vòru, at sìggja ì nògv ár ì barnaheiminum hjá Adolf, har hann og Saloma nù eisini bùgva.

Adolf og Saloma eru bæđi væl fyri enn,  tìbetur og tey elskađ lìviđ.Serligani eru tey framùr takksom fyri, børnini, abbabørnini og langabbabørnini. Tey elskađ tey yvir alt og eru ovurfegin, tá iđ tey eru ì Vági á vitjan.

Adolf er,  ein sonn býđarmynd ì Vági. Hann er allastađir at sìggja ì bygdini og fylgir væl viđ, hvat hendir ì Vági. Hann er tìđliga uppi hvønn morgun og so fer hann ùt at hyggja uppá bygdina á sìnum skutara. Soleiđis er hvønn dagur, hjá honum. 

Men, fyrst gongur leiđin hjá Adolf, ùt til vinmannin og skyldmannin Jonhard Vest, har teir fáa sær morgunkaffi og prátiđ snýr seg um bygdina og tađ felagslìv sum her fer fram.

Adolf og Saloma, eru " Still Going Strong", tey hùsast enn ì heiminum vesturiđ í Bø í Vági. Har hevur altìđ veriđ opiđ hùs, hjartarùm og teirra gestablìđni røkkur langt ùt um øll mørk. 

Eg kundi hildiđ áfram, at skriva um tykkum bæđi, gòđu fòlk. 

Men eg fari at enda hesa kvøđu og takka tykkum báđum fyri alt, sum tit hava veriđ fyri meg og ynskja tykkum báđum, ein framùr diamantbrùđardag og 85 ára dag. Harrin styrkir framtìđ tykkara.

Guđs signing herfrá.

Levi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo