Granskarar í Shanghai hava funnið lítla nøgd av mótevni hjá sjúklingum sum eru útskrivaðir eftir at hava verið smittaðir við kovid-19.
Tað skrivar South China Morning Post.
Viðvíkjandi øðrum koronavirusi verður tú mótstøðuførur, men nýggja vitanin ger at granskarar eru ikki vísir í um ein persónur kann smittast fleiri ferðir.
– Spurningurin um mótstøðuføri er framvegis sera ósikkur. Fyrst og fremst er spurningurin hvussu leingi ein persónur er mótstøðuførur, og hvørjum virusvarianti ein persónur hevur mótevni móti, sigur Espen Rostrup Nakstad við NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo