Tá ið búrhundar fara at flagga og prædika, flennir fanin í kíki
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

U18-genturnar hjá EBS/Skála kundu hóskvøldið taka ímóti Mótasteypinum - Mynd: Bjarni Enghamar

U18-genturnar hjá EBS/Skála kundu hóskvøldið taka ímóti Mótasteypinum - Mynd: Bjarni Enghamar

U18-genturnar hjá EBS/Skála kundu hóskvøldið taka ímóti Mótasteypinum - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: U15-dreingirnir hjá B36 gjørdust fyrr í mánaðinum ársins fyrstu steypavinnarar, tá teir vunnu Cadburysteypið, og fyrr í vikuni kundu U18-genturnar hjá EBS/Skála fegnast, eftir at tær høvdu vunnið finaluni um Mótasteypið.

Og sunnudagin 22. november verður aftur steyparómur á Tórsvølli. Klokkan 12:30 spæla U17-dreingirnir hjá KÍ og HB finaluna um Blaðberasteypið, og aftaná, klokkan 15:00, fara U15-genturnar hjá Skála og HB at dystast um, hvør skal verða ársins vinnari av Eilif Arge steypinum.

Stóra brakið verður klokkan hálvgum seks, tá NSÍ og KÍ bresta saman í steypafinaluni hjá kvinnum.

Yngru finalurnar verða vístar beinleiðis á Ras 1 í Televarpinum, meðan finalan hjá kvinnum verður víst beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Finalan um Thomas Dam Intersport steypið (U21) verður spæld sunnudagin 29. november, og eina lítla viku seinni, leygardagin 5. desember klokkan 16:00 er finalan um Løgmanssteypið á skránni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo