Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Peningurin, sum Team Rynkeby Føroyar savnaði inn í sambandi við túrin í Danmark í ár, varð handaður Duritu Tausen, forkvinnu í Krabbameinsfelagnum á samkomu í Finsen í Havn í dag.

Innkomna peningaupphæddin í ár var 1,13 mió. kr.

Hóast koronasmittan hevur sett sín dám á farna árið, bæði hjá okkum í Team Rynkeby Føroyum og hjá stuðlunum, er áhugin at stuðla stórur. Vit í Team Rynkeby Føroyum fegnast um stóra stuðulin og takka hjartaliga øllum, – fyritøkum, kommunum, tónleikarum, privatpersónum o.o. – sum trúliga stuðla á ymsan hátt, so at vit kunnu gera nakað gott fyri børn við álvarsligum sjúkum og familjur teirra, samstundis sum vit eisini gera nakað gott fyri okkum.

Peningurin, ið nú er latin Krabbameinsfelagnum, verður brúktur til gransking, at lata fíggjarliga hjálp til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra og Beranum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo