Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Steinprent/Kinna Poulsen: Mong hava vitjað summarframsýningina, Mjørki er ljós í Steinprenti, sum frá mánadegnum 6.august verður víðkað við einum spildurnýggjum, risastórum málningi hjá Rannvá Kunoy. 

Framsýningin tekur støði í eini yrking hjá Per Kirkeby um ljós í list, eitt fyribrigdi, ið má sigast at vera eitt aðalmál í stóra málninginum hjá Rannvá Kunoy. 

Ljós og gjøgnumskygni hava sum heild verið týdningarmiklir partar av hennara verkum, líka síðan hon byrjaði sum listakvinna. Øll árini hevur hon ment ljósárinið í sínum myndum og hevur nú nátt eitt hæddarpunkt við málningum, sum lýsa. Seinastu árini hevur hon arbeitt við serligum litpigmentum, ið skifta lit eftir ljósinum í framsýningarrúminum og eftir hvar áskoðarin er staddur í mun til málningin. Hesir málningarnir, ið eru bygdir upp av nógvum tunnum løgum av máling, eru ómetaliga sansaligir, vakrir og nærverandi, samstundis sum teir sýnast holografiskir og at kalla futuristiskir í mátanum teir í roynd og veru bróta eina grundtreyt hjá málarínum - at  vera fikserað í tíð og rúmi. 

Hóast nýggja verkið hjá Rannvá Kunoy er monumentalt við síni hædd á 190 cm og breiddini uppá 340 cm, er árinið hugtakandi lætt. Hetta hevur við málihátt og litevni at gera, men er fyrst og fremst grundað av kompositiónini, ið hóast hon er kompleks við fleiri løgum av teknaðum svørtum mynstrum, orðum, figurum og tilsipingum, er greitt disponerað av listakvinnuni, ið megnar at savna allar teir túsund træðrirnar til eina samanhangandi, lýsandi og flótandi heild. Hetta er málarí, men uttan tey fótafar av máliprosessini, sum plaga at merkja málningatøknið. Tað tykist næstan sum er málningurin av eini aðrari verð og ilt er at meta um til dømis forgrund og bakgrund ella hvat er frammanfyri hvat. Tað er eins og allir partar av málninginum eru javnsettir. Ein fotomynd av honum gevur als ikki ta veruligu upplivingina hjá áskoðaranum, tí ein týdningarmikil partur av upplivingini liggur í sjálvari ljósbroytingini, sum hendir, tá áskoðarin flytir seg framman fyri verkið. Har eru so ómetaliga nógvir møguleikar í óítøkiliga, sansaliga og vitborna málninginum, sum hevur heitið Blanket Bond. Orðið er eitt bankahugtak fyri eina trygging, ið verjur bankar móti ólógligum virksemi hjá starvsfólki, umframt móti stuldri. Heitini hjá Rannvá Kunoy eru ein søga fyri seg, ein eyka tulkingarmøguleiki við popp-assosiatiónum, sum listakvinnan gevur okkum við einum lítlum skálkabrosi. Blanket Bond verður partur av framsýningini Mjørki er ljós í Steinprenti inntil 17.august. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo