Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í dag koma ”Lógirnar” hjá heimspekinginum Platon út á føroyskum. Forlagið Hemlið gevur bókina út.

Hetta er fimtanda útgávan hjá forlagnum, ið gevur út heimsklassikarar í føroyskari týðing. Eilif Samuelsen týddi.

Lógirnar eru helst seinasta verkið, sum Platon greiddi úr hondum. Tríggir gamlir menn ganga ein heitan summardag á Kreta. Teir eru á veg til Idafjallið og Zeushellið, har Zeus á sinni gav kretoyingum tær fyrstu lógirnar.

Meðan teir ganga, skifta teir orð um, hvussu ein væl skipaður statur eigur at verða bygdur upp. Teir hugsa sær til, hvussu jørðin skal verða býtt sundur, hvørji fólk skulu búgva har, hvørjir stovnar og embæti tørvur verður á. Teir skriva eisini lógir og reglur, sum skulu skipa alt virksemi og øll viðurskifti. Tað verður til eina veldiga statsheimspeki, sum á týðandi økjum skilir seg frá teirri í manndómsverki Platons Statinum. Har viðurkennir hann, at tær lógirnar eru gjørdar eftir eini hugsjónarligari fyrimynd, sum møguliga er at finna í himlinum, og sum ikki avgjørt verður framd í veruleikanum nakrastaðni í verðini.

- Lógirnar byrja við eini drúgvari fortalu í fyrstu og aðru bók, sum vísir vegin til tað, sum eftir er av verkinum: Lóggáva og útbúgving eru fullgerandi hugtøk, og tey kunnu ikki gerast til veruleika og virka best møguligt leyst hvørt av øðrum. Platon vil her draga inn luteindir frá menniskjafatanini í tí athenska demokratinum og ikki minst athenskar lógir.

- Tað er tað vanliga lívið og menniskju, sum tey eru í veruleikanum, sum er miðdepilin fyri lóggávuni í Lógunum. Tann týdningarmesti eginleikin, sum útbúgvingin og lógirnar skulu fremja, er sophrosyne, sum ein javnsint sál við sjálvsaga og hóvsemi. Tað er hon, sum er fyritreytin fyri, at tann einstaki kann røkka tað størst møguliga stigið av moralskum dugnaði, arete, og at býurin á sama hátt kann gerast ein býur í fullkomnari moralskari javnvág. Eins og í Statinum er einstaklingur og býur tvær síður av somu søk.

Eilif Samuelsen hevur týtt hetta megnarverkið hjá Platoni, sum er eitt uppskot til eina samfelagsfyrimynd, sum kann verða gjørd til veruleika og virka sum tað góða samfelagið við teimum góðu borgarunum.

Tað er forlagið Hemlið, sum gevur bókina út. Forlagið gevur út klassikarar í heimsbókmentum og hevur higartil givið út 15 bøkur.

Bókin er 581 bls.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo