Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Ov mong børn liggja í einari grázonu hvat viðvíkur rættindum og detta burturímillum í dagsins samfelag, sum ikki í nøktandi mun tekur atlit til tann grundleggjandi tørvin á umsorgan, serliga hjá teimum ið av ymiskum orsøkum eru meira viðkvom enn onnur.

Meira kann gerast fyri at varpa ljós á viðgerðir ið kunnu bøta munandi um neurlogiskt ólag hjá børnum og vaksnum, eitt nú viðgerðir kring sjón, hoyrn og rørslur umframt kostráðgeving.

Reglurnar um hjálp til børn við ávísum diagnosum hava verið ov stirvnar, men tann nýggja lógin á økinum skal gera tað lættari at tryggja øllum hjálp ið hava tørv á tí, uttan mun til diagnosu.

Hesar og mangar aðrar avbjóðingar tosar Rósa Samuelsen, løgtingslimur og fyrrverandi borgarstjóri, um í samrøðu við Mikrofonina hesuferð.

Rósa hevur eina fjøltáttaða bakgrund innan fiskivinnuna á landi og tók skrivstovuútbúgving á Bacalao í sínari tíð, áðrenn hon flutti til Sandavágs og fekk lærupláss í táverandi Føroya Sparikassa.

Hetta var í krepputíðini í 1990unum, og tey innlit hon gjøgnum sítt arbeiði fekk í liviumstøður hjá eldri og øðrum viðskiftafólki gjørdu hana meira tilvitaða sosialt og búskaparliga.

So varð hon stillað upp til kommunuval, og tað gjørdist byrjanin til hennara politisku yrkisleið, fyrst sum bygdaráðslimur í Sandavágs kommunu frá 1999 og tvey ár seinni sum borgarstjóri.

Og fýra ár aftan á samanleggingina í 2009 av Sandavágs og Miðvágs kommunum til Vága kommunu gjørdist Rósa borgarstjóri har.

Hon sat sum landsstýriskvinna í almannamálum í 2008-2011, og er vald inn á Føroya Løgting á hvørjum løgtingsvali síðani 2008. 

Hoyr sendingina: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo