Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Dátueftirlitið hevur givið einum stovni kravboð um at tilnevna annað dátuverndarfólk.

Stovnurin hevði tilnevnt stjóran sum dátuverndarfólk. Sambært dátuverndarlógini kann dátuverndarfólkið loysa aðrar uppgávur og skyldur fyri stovnin.

Stovnurin skal tó tryggja, at aðrar uppgávur og skyldur ikki hava við sær áhugamálsstríð, sum gera, at dátuverndarfólkið ikki fær røkt uppgávurnar til fulnar ella í fullum óheftni. Hetta viðførir, at dátuverndarfólkið ikki samstundis kann hava evstu ábyrgdina av, at viðgerðin fer lógliga fram.

Uppgávurnar hjá einum stjóra eru millum annað at hava evstu ábyrgd av, at dátuverndarlógin verður hildin, og at viðgerð av persónupplýsingum fer fram í samsvari við dátuverndarlógina. Tá stjórin er tann, sum hevur evstu ábyrgd á stovninum, kann stjórin ikki verða dátuverndarfólk.

Dátueftirlitið gav stovninum boð um, at stjórin ikki kundi vera dátuverndarfólk.

Eisini er ásett í dátuverndarlógini, at samskiftisupplýsingarnar hjá dátuverndarfólkinum skulu almannakunngerast. Stovnurin hevði ikki almannakunngjørt samskiftisupplýsingarnar hjá dátuverndarfólkinum, og fekk kravboð um at gera hetta.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo