Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Frá høgru: Niels Áki Mørk, Pól Hendrikur Andreasen, Kristjan Petursson sum hava stovnað nýggja felagið.

Frá høgru: Niels Áki Mørk, Pól Hendrikur Andreasen, Kristjan Petursson sum hava stovnað nýggja felagið.

Frá høgru: Niels Áki Mørk, Pól Hendrikur Andreasen, Kristjan Petursson sum hava stovnað nýggja felagið.

Styrkiítróttur hevur verið nógv vaksandi her á landi seinastu árini, og tí er nýggja Styrkifelagið Stoyt sett á stovn.

Stoyt fer at leggja serligan dent á olympiska vektlyfting, vanliga bara nevnd vektlyfting, har ið føroyingar longu fleiri ferðir hava víst sínar dygdir.

Við DM fyrr í ár vunnu føroyingar heiðursmerkir, harímillum gull, og við jólakappingina í Tvørmegi síðsta vikuskiftið gekk sjón fyri søgn, stóru framstigini halda alsamt áfram.

Stoyt er sett á stovn av eigarunum av Tvørmegi og góðum vektlyftarum, sum eisini venja í Tvørmegi.

Endamálið við felagum er at veita eina fasta staðseting, har vektlyfting er í miðdepilinum, so Føroyar kunnu gera seg enn meira galdandi uttanfyri landoddarnar.

Stoyt fer at hava sítt dagliga virksemi í hølum hjá Tvørmegi, og vóna og ætla stovnararnir, at nógv fólk fara at leggja leiðina framvið og royna seg og síðani fara at venja vektlyfting regluliga.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo