Sjóvar kommuna: Seinasta leygardag lat Strandamáling nýggja handilin úti við Sker upp.
Nógv varð gjørt burturúr, børnini fingu ókeypis glýp, sunkist, kaffi og køka varð bjóðað øllum, og fleiri áhugaverdar framførðslur vóru eisini á skránni.
Jóannes E. Markná, varaborgarstjóri, handaði Jógvan Óla á Fríðriksmørk, stjóra á Strandamáling blómutyssi frá kommununi.
Myndir frá Strandamáling - trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo