Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

(myndir: Sigmund Sørensen)

Mynd: VP

Mynd: VP

(myndir: Sigmund Sørensen)

Mynd: VP

Mynd: VP

Strandfaraskipið Ternan er farin á land í Skopun, Inni á Pollinum, tey kalla.

VP frættir, at ferðafólk eru umborð á Ternuni, men tey verða nú fingin í land við hjálp frá øðrum skipum ella bátum.

Strandfaraskip Landsins siga lítið um tilburðin á heimasíðuni. Sagt verður bara, at Ternan hevur "borið við land", og arbeitt verður við at fáa staðfest, nær hon kann fara aftur í sigling.

Líkt er til at okkurt er gingið galið við stýrigreiðunum, tí Ternan sær út til at hava hildið fram við somu ferð inn í fjøruna í stóra hylinum, har vanliga verður snarað runt og síðani bakkað inn í tann innara hylin, har lagt verður at.

Ternan hevur júst verið til klassingar á Klaksvíkar Sleipistøð. Tað arbeiðið gjørdist munandi meira umfatandi enn av fyrstan tíð hildið. Ymiskt bleiv skift ella broytt sum hevði við manøvreringina at gera, og manningin skuldi seta seg inn í og venja seg við broytingarnar bleiv sagt.

Jóan Petur Abrahamsen, tekniskur leiðari hjá SSL, sigur, at tey ikki hava fingið greiðu á, hvat er gingið galið, men líkt er ikki til at skipið er farið at leka.

(myndir: Sigmund Sørensen)

Mynd: VP

Mynd: VP

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo