Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Líkamikið um ungdómurin ætlar sær í býin, á møti, at vitja ein sjeik ella eina damu seint um kvøldið í vikuskiftinum, so eigur tað at vera møguligt, at koma trygt heimaftur til hús um náttina í vikuskiftinum.

Í flestu grannalondum okkara koyrir almenna samferðslan eisini um náttina - hetta er tryggari fyri okkara ungdóm, og samstundis slepst eisini undan tí stóra svarta marknaði ið upptekur seg hvørt vikuskifti, har hundraðtals bilar koyra aftur og fram millum bygdirnar, við svartari samsýning fyri eyga.

Unga Sjálvstýri mælir til, at veitingarskyldan hjá Strandferðsluni eisini skal vera galdandi um náttina í vikuskiftinum.

Tað er ein sannroynd, at rúsdrekka spælir ein stóran leiklut í náttarlívinum.

Vit vilja við einari nýggjari skipan geva øllum okkara ungdómi møguleikan til, at sleppa trygt heim til hús í vikuskiftinum.

Síggj meira: trýst her

Vegna Unga Sjálvstýri,Heri DanielsenFormaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo