Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Smittan ger um seg millum manningarnar, og tað kann enda við broytingum í ferðaætlanunum.

Fleiri tilburðir av koronasmittu eru seinastu dagarnar staðfestir hjá manningum umborð á Strandfaraskipum. Hetta hevur higartil ikki ávirkað siglingina, hóast partar av manningum nú eru farnar í sóttarhald.

- Um smittutalið fer at vaksa kann roknast við, at hetta kemur at hava ávirkan á ferðaætlanina á einstøkum leiðum. Kunnað verður um hetta alt fyri eitt, sigur Strandferðslan á heimasíðuni.

Eisini verður sagt, at smittað, sum ætla sær við Smyrli, eiga at boða frá skjótast gjørligt, so tey kunnu fáa kunning um, hvar umborð tey skulu vera.

- Ferðafólk, ið koma úr útlondum ella eru í sáttarhaldi, skulu uppihalda seg í "Beinisvørð" á dekk 6 og nýta munnbind allan túrin, verður lagt afturat.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo