Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Vantandi játtan til Strandferðsluna

Spurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa tinginum, nær politiska skipanin av fyrstan tíð bleiv gjørd varug við, at játtanin hjá Strandferðsluni ikki fór at halda?

2. Ætlar landstýrismaðurin at leggja eykajáttan fyri Løgtingið, sum skal tryggja neyðuga fígging at leggja upp fyri hækkandi oljuprísinum?

Viðmerkingar:
Hækkandi oljuprísurin hevur gjørt tað alsamt truplari hjá stovnum at fíggja virksemi, sum nýtir nógva olju. Strandferðslan og SEV eru slíkir stovnar. Tó er tað einans SEV, sum hevur tryggjað sær ein støðugan lágan prís restina av hesum árinum.

Sum skilst fekk Strandferðslan ikki sama møguleika orsakað av játtanardráli hjá samgonguni, og tí er stovnurin sera hart raktur av hækkandi oljuprísinum.

Seinastu metingarnar vísa, at kanska heilar 30 mió. kr. fara at resta í.

Í samskiftinum millum stovnin og politiska myndugleikan í sambandi við eykajáttan til stovnin í vár skilst, at samgonguumboð skutu upp, at um Strandferðslan minkaði túratalið við 50%, so bleiv ikki neyðugt við fleiri eykajáttanum. Hetta kann als ikki góðtakast og eigur sjálvandi ikki at vera ein møguleiki.

Landsstýrið hevur ábyrgdina av at tryggja suðuroyingum og hinum oyggjabúgvunum í Føroyum, at teir ikki eru fyri vanbýti og mismuni. Hækkandi oljuprísir mugu tí ikki raka hesar íbúgvar harðari enn aðrar borgarar í Føroyum, og stilla teir verri.

Á Løgtingi, 22. juni 2022
Bjarni Hammer

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo