Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Strandfaraskip Landsins: Tíverri er tað gerandiskostur, at fólk seta bilar, bussar, lastbilar og onnur akfør frá sær á økinum við Eystari bryggju, ið einans er ætlað til ferðsluna til Smyril og Norrønu. 

Økið er annars týðiliga avmerkt við skeltum við fráboðan um, at óviðkomandi onki hava at gera á økinum.

Hóast hetta standa akfør dagliga parkerað á, og runt um bilrøðirnar og skapa ruðuleika, tá ið ferðafólk við bili skulu stilla seg í bíðirøðirnar. Tí endar bíðirøðin til Smyril alt ov ofta úti á alfaravegi, ið tarnar ferðsluni rundanum havnarlagið.

Heitt verður tí á øll, um at lata vera við at seta akfør frá sær á økinum, um tað ikki er í samband við fráferð hjá ferjunum.

Framyvir verður óviðkomandi parkering og ferðsla á økinum fráboðað løgregluni. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo