Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað var 2. apríl 1982 at argentinskir hermenn fóru í land á Falklandsoyggjunum, sjálvt um oyggjarnar hoyrdu til Bretlands.

Bretar lótu sær ikki hetta lynda og sendu herskip og hermenn at reka argentinarnar burtur. Tveir mánaðir og 12 dagar seinni høvdu bretar vunnið kríggið.

Men stríðið um minnini heldur fram, enn tann dag í dag. Tí tað er bert loyvt at minnast teir falnu á einum staði, sum er í Darwin kirkjugarðinum, har 237 falnir argentinskir hermenn liggja. Argentinar sum vitja hanga kortini framvegis ymisk minnismerki og fløgg upp, sum íbúgvarnir á oyggjunum oftast eru skjótir at burturbeina.

Á eini fólkaatkvøðu í 2013 atkvøddu at kalla allir íbúgvarnir á Falklandsoyggjunum fyri, at teir framvegis vilja vera partur av Bretlandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo