Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í gomlu reglugerðini fyri viðgerð av umsókn og útlutan av fastari ogn til egnan privatan bústað verður ásett at: «Tað skulu í minsta lagi ganga fimm ár í millum, at tygum og/ella møguligur hjúnafelagi/-sambúgvandi maki fáa tillutað fasta ogn frá kommununi

Henda áseting stavar frá tíðini, tá kommunan lutaði út sambært bíðilistum. Umsøkjarar, ið høvdu staðið á listunum í áravís, men ikki tóku av, tá teirra tørn endiliga kom, fóru í «sóttarhald» í 5 ár. Endamálið við hesum var mest sannlíkt at royna at tryggja, at bert tey, ið veruliga høvdu ein tørv á bústaði, vóru á listunum.

Í dag verður ikki lutað út sambært bíðilistum. Umsøkjarar melda til lutakast, og tá lutakastið er liðugt, verða listarnir strikaðir. Og luttakarar, sum onga ogn eiga, kunnu melda til aftur, tá latið verður upp fyri øðrum lutakasti í aðrari útstykking.

Tað kemur fyri, at umsøkjarar, sum fáa ogn í lutakastinum, skifta meining og ynskja at lata ognina innaftur. T.d. tí teirra støða broytist fíggjarliga, ella tí, at tey ikki eru nøgd við júst ta ognina, teimum verður tillutað í lutakasti.

Ognirnar, sum fólk lata inn aftur, verður lutaðar út av nýggjum millum aðrar umsøkjarar. At hesi skulu í sóttarhald í 5 ár skapar avbjóðingar. Ein er, at tað er trupult at hava neyðuga eftirlitið við ásetingini. Harnæst kann spurningur setast við, hví og hvat endamálið er við at seta fólk í sóttarhald í 5 ár.

Kommunustjórin, miðfyrisitingarstjórin, leiðarin á Stjórnarskrivstovuni og leiðarin á Snarskivuni mæla nú til, at henda greinin í reglugerðini verður strikað, og heitt verður á umsitingina at endaskoða alla reglugerðina.

Hetta  verður gjørt fyri at tryggja, at gongdin frá lutakasti til sølu gongur skjótari, so lutakast ikki draga út óneyðuga leingi. 

Málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo