Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygarkvøldið 22. apríl 2017 verður ein stuðulskonsert til frama fyri Neyðhjálp Fólkakirkjunnar í Vesturkirkjuni, har Jens Lisberg og dótturin, Kristel Lisberg, fara at framføra við bólki.

Jens Lisberg er væl kendur í Føroyum sum countrysangari, og hann hevur í mong ár framført countrytónleik til mong ymisk tiltøk, harundir nógvar stuðulskonsertir fyri vælgerandi endamál.
Hansara sangir á konsertini kunnu flokkast sum country/gospell. Talan er um andaligar sangir, sum verða framførdir við serligum íblástri frá countrytónleikinum.

Kristel Lisberg er kend á føroyska tónleikapallinum, har hon hóast sín unga aldur hevur verið virkin í mong ár. Hon hevur m.a. síðani hon var blað ung sungið saman við pápa sínum á mongum konsertum og øðrum tónleikatiltøkum. Seinni hevur hon havt sína egnu tónleikaleið við fløguútgávum og konsertum v.m. har hon hevur sligið sítt navn fast sum ein framúr songkvinna, ið eisin hevur gjørt vart við seg uttanfyri landoddarnar. Eisini hevur hon t.d. luttikið í X-Factor og Melodi Grand Prix í Danmark. Kristel fer at framføra nakrar kendar andaligar sangir í country/gospell stíli umframt nakrar av hennara egnu sangum.

Nú eru mong ár síðani, at Kristel og Jens hava sungið saman á konsert, men høvi verður eisini at hoyra tey syngja saman aftur komandi leygarkvøld í Vesturkirkjuni.

Afturat sær hava tey ein bólk av dugnaligum tónleikarum og kórsangarinnum:

Malan Hansen, kórsang
Elspa Samuelsen, kórsang
Jógvan Olsen, keyboard og klaver
Petur Bærentsen, sologuitar
Eling Berg, rútmuguitar
Ólavur Magnussen, trummur
Jóhan Martin Jacobsen, bass

Undir konsertini kemur okkara biskupur, Jógvan Fríðriksson, at siga nøkur orð. Konsertin verður ókeypis, men høvi verður at lata eina peningagávu til Neyðhjálp Fólkakirkjunnar.

Konsertin byrjar kl. 19.30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo