Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Áhugafelagið Hugla sóknast eftir fígging á @hópfigging. Hugla hevur endurskapanarmiðstøð í Hoyvík har tey savna tilfar inn til onnur at brúka. Hetta er tilfar sum annars fór á ruskstøðina. Tað at gangnýta og síggja vrakað tilfar sum tilfeingi, er við til at skapa eina burðadygga mentan.

- Við Hugla ynskja vit at menna skapanarhug, innovatión og kreativitet við at geva børnum og vaksnum eitt stað at møtast til samstarv, stuttleika, samvinnu og læring. Hetta verður gjørt á ein burðardyggan hátt við endurnýtslu tilfari, sum verður savnað inn frá vinnuni, stovnum og privat persónum, sigur stigtakarin, Birita Arge.

Hugla skipar fyri ókeypis familjudøgum, har tað er møguligt hjá familjum at koma inn til hugna og at arbeiða við endurnýtslutilfari. Eisini brúka stovnar og skúlar miðstøðina. Annars so eru øll hjartaliga vælkomin til at brúka endurskapanarmiðstøðina, sigur hon.

Hugla fær hjálp m.a. frá Fountainhúsinum, sum fer út eftir tilfari og koyrir tað á miðstøðina, nógv seta seg eisini í samband við Hugla um endurnýtslu tilfar, sum tey ynskja skal endurnýtast, ístaðin fyri at koyra tað burtur.

Tú kann lesa meira um verkætlanina og stuðla á: Hugla endurskapanarmiðstøð - Hópfígging (hopfigging.fo)

Hugla er eisini á facebook, tú kanst vitja tey her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo