Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í Føroyum eru vit í tí hepnu støðu, at vit hava eitt væl virkandi heilsuverk, ið veitir ókeypis koppsetingar ímóti koronasmittuni. Fyri nógv menniskju kring heimin eru møguleikarnir fyri koppseting tíverri sera avmarkaðir.

Sum stuðulseind hjá myndugleikum innan eitt nú heilsu og tilbúgving samstarvar Reyði Krossur við nærsamfeløg kring heimin við at tryggja, at heimsins veikastu menniskju fáa atgongd til COVID-19 koppsetingar.

Hóast tað ikki kann tryggjast, at Reyði Krossur keypir og gevur sjálvar koppsetingarnar, verður tó hjálpt við øðrum eins týðandi atlitum. Eitt nú verður hjálpt við at samskipa og tryggja at útlutingin av korona koppsetingini er munagóð og rættvís, at tey mest viðkvomu menniskjuni verða tikin við og at serliga veikir bólkar verða skrásettir. Harumframt verður arbeitt við at kortleggja og tryggja atgongd til landaøkir, sum eitt nú hava vánaligt infrakervi ella eru rakt av stríði, vanlukkum ella øðrum avbjóðingum.

Reyði Krossur leggur serligan dent á landaøkir og samfelagsbólkar, ið eru harðast raktir av koronu, t.e. eldri, fólki við kroniskum heilsuavbjóðingum, flóttafólk, fátøk, heimleys o.ø..

Hervið verður tískil heitt á øll um at lata eina gávu til nevnda endamál umvegis Reyða Kross. Hetta kundi eitt nú verið ein upphædd, ið er áleið hin sama, sum annars hevði verið latin til koronukoppseting her í Føroyum.

Ynskir tú at stuðla hesum átaki, so ert tú hjartaliga vælkomin at flyta Reyða Krossi eina upphædd á eitt nú kr. 200 á eina av kontonum hjá Reyða Krossi niðanfyri, og viðmerk “Koppseting”.

Bank Nordik: 6460 – 4946954
Betri: 9181 – 4950013
Norðoyar Sparikassi: 9865 – 1003776
Suðuroyar Sparikassi: 9870 – 4051387

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo