Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrispurningurumstuðul til heilivág til ávísar føroyingar, ið sigla í Grønlandi, settur landsstýrismanninum við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, (at svara skrivliga eftir TS §52 a)

- Hvørjar møguleikar sær landsstýrismaðurin fyri at kunna veita heilivágtørvandi føroyingum, sum sigla í Grønlandi, stuðul til lívsneyðugan og mangan kostnaðarmiklan heilivág?

Viðmerkingar:
Spurningurin viðvíkur einum bólki av føroyingum, sum tíverri er dottin niðurímillum í heilsuskipan okkara.

Talan er um sjófólk, sum sigla í Grønlandi og vegna lógarásetingar, (grønlendska manningarlógin krevur, at 60% av yvirmonnunum skulu hava fólkaregistaradressu í Grønlandi)noyðast at hava bústað og gjalda skatt í Grønlandi.

Tóat hesi eru í grønlenska fólkayvirlitinum, gjalda tey m.a. kringvarpsgjald og vegskatt í Føroyum.

Eisini eru tey fevnd av Samhaldsfasta, hetta tí lógin um Samhaldsfasta varð broytt 26. apríl 2019, so undaktak á tí økinum er fyri sjómenn, sum av arbeiðsávum eru skrásettir í grønlendska fólkayvirlitinum.

Men munur verður gjørdur viðvíkjandi Heilsutrygd, tí nøkur av hesum sjófólkum sleppa at gjalda til og hava limaskap í Heilsutrygd, meðan onnur, í somu støðu, ikki fáa hendan møguleika.

Hesi, ið eru limir, fáa sjálvandi teir ágóðar,limaskapurin gevur, meðan tey, sum av ókendum orsøkum ikki fáahendan limaskap, ongan stuðul fáa til neyðugan og mangan dýran heilivág, sum tey keypa í Føroyum.

Trupulleiki teirra gerst enn størri, tí heilsumyndugleikarnir í Grønlandi krevja, at tey, fyri at kunna fáa tann stuðul til tann heilivág, teimum tilkemur í Grønlandi, koma regluliga til kontrol hjá lækna í Grønlandi.

Men fleiri teirra hava ikki hendan møguleikan, tí skip teirra, hóast grønlendsk, bert sjáldan vitja í Grønlandi - og tá ikki altíð á støðum, har læknahjálp er tøk.

Á Løgtingi, 20. novembur 2020
Bill Justinussen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo