Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit í Yngri Læknar Føroyar ynskja at lýsa okkara stuðul til verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Vit hava eitt ógvuliga gott og tætt samstarv við sjúkrarøktarfrøðingar, og vita hvussu stóran týdning sjúkrarøktarfrøðingurin hevur fyri bæði heilsuverkið og tann einkulta sjúklingin.

Vit vita at tað er tørvur á sjúkrarøktarfrøðingum, og at tann tørvur kemur einans at vaksa í framtíðini. 

Tí er týdningarmikið, at sømdir og løn stuðla undir, at fólk kunnu støðast í hesum yrkinum.

Ósemjan gongur einans út yvir sjúklingin, og tí er av alstórum týdningi, at samráðingar verða tiknar upp aftur skjótast gjørligt. 

Vit heita tí á partarnar at hittast aftur, so ein virðilig loysn kann finnast. 

Yngri Læknar Føroyar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo