Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Uttanríkis- og mentamálaráðið lýsir við hesum møguleikan at søkja um stuðul til yrkisleiklist fyri 2022.

Umsóknarblað og vegleiðing eru at finna á heimasíðu Uttanríkis- og mentamálaráðsins, www.ummr.fo undir ”Mentan” – ”Oyðubløð” ella kunnu fáast við at venda sær til Uttanríkis- og mentamálaráðið.

Freistin at søkja um stuðul er týsdagin 16. novembur 2021.

Viðvíkjandi treytum og møguleikum fyri stuðli verður víst til løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. og kunngerð nr. 18 frá 19. apríl 2004 um stuðul til leiklist v.m.

Umsóknir skulu sendast til:

Uttanríkis- og mentamálaráðið
Postrúm 3279
110 Tórshavn

ella um t-post til ummr@ummr.fo

GG! Stuðul verður latin treytað av, at játtan verður tøk til endamálið á løgtingsfíggjarlógini fyri 2022. Játtanin í 2021 var 650.000 kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo