At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Stuttfilmurin Et Knæk hjá føroyska Andrias Høgenni verður við, tá ársins film festivalur í Gent setur sjóneyku á  norðurlendskan film. Festivalurin verður í døgunum 11. til 21. oktober.

Et Knæk verður saman við øðrum norðurlendskum stuttfilmum sýndur tríggjar ferðir á festivalinum og Andrias verður sjálvur við til sýningina hósdagin 20.oktober, tá hann fer at svara spurningum frá áskoðarunum.

Sendistova Føroya í Brússel hevur arbeitt fyri at fáa eitt føroyskt íkast á skránna í Gent í ár. Fyriskipararnir fingu tilvísingar til fleiri føroyskar stuttfilmar og valdu filmin hjá Andrias Høgenni . Sendistovan stuðlar luttøkuni hjá Andrias í Gent, og fer at brúka høvið at kunna um tað vaksandi filmsumhvørvið í Føroyum.

Andrias Høgenni fekk Geyta virðislønina i 2015 fyri stuttfilmin, Stina Karina. Dagliga gongur Andrias á virda  filmsskúlanum, Super16, í Keypmannahavn og  et Knæk var ein námsverkætlan hjá honum á skúlanum.. Filmurin er á  donskum við enskum undirtekstum. Hann  er 18 minuttir langur og snýr seg um eitt par, ið brýtur inn í eini betrimannahús at leita eftir dýrgripum.  Men alt fær nú eina óvæntaða vend, tí best sum er ringir løgreglan uppá og tá má tjóvaparið týða til lygnina og tað fær avleiðingar.

Sí her

Og her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo