Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Einar Petersen, sum fyri ikki so langari tíð síðan útgav barnasøguna Fjørufólkið, er í løtuni aktuellur við einum Kickstartara, sum er tekniseria av einari SCIFI stuttsøgu hjá honum.

Eftir ensku útgávuna er ætlanin at útgeva teknirøðina á Føroyskum máli eisini.

Stuttsøgan 'Implant!' gongur fyri seg í nærari framtíð í einum heimi har íbúgvarnir eru merktir við elektroniskum chippi og verða eygleiddir í øllum geranðisviðurskiftunum.

Søgan er um seinastu tíðina av einum frælsisstríði, sum framskýgd fólk hava sett í verk, hetta áðrenn totaliterar kreftir settu seg tungt á valdið og á fólkið.

Meira er at frætta um verkætlanina á https://www.kickstarter.com/projects/2142903171/implant og luttaka um onkur skuldi havt hug at stuðla verkætlanini tað verði seg fíggjarliga ella bara við at umtala hana á socialum miðlum.

Verkætlanin koyrir fram til Fríggjadag hin 19. august kl. 22:56.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo