Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Nýggj bók við 20 stuttsøgum er júst útkomin, 146 blaðsíður til longdar.

Søgurnar eru, sum liggur í orðinum, stuttar, bert eini 1500 – 2000 orð hvør í vavi. Í prentaðum skapi fevnir hvør søga einar 5-6 smáar síður.

Tær eru gott undirhald og fangandi lesnaður, væl skikkaðar til dagdvølju.

Einki er sum góður lesnaður yvir einum drekkamunni ella á songarborðinum.

Birna Breckmann hevur  skrivað stuttsøgurnar. Hetta er triðja bókin hjá Birnu. Tann fyrsta var um barnaminni, Skálkabrøgd. Hin næsta var stuttsøgur og æt ‘Hvør ber sína byrðu.’

Bókin Einglavakt  er í fikkustødd, løtt at hava við sær, ja, enntá uppi á sær.

Einglavakt fæst nú í bókabúðum.

Ein væl verd íløga til undirhald, vitan og – ja góður  íblástur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo