Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Sum liður í ætlaða EM endaspælinum fyri U17 gentur í ár og heildarætlanini fyri kvinnur í føroyskum fótbólti, hevur Fótbóltssambandið í samstarvi við UEFA skipað fyri átakinum “Slóðarar”.

Endamálið við átakinum er at skapa og styrkja samstarvið millum kvinnur tvørturum felagsmørk, og síðan ársbyrjan hava luttakararnir verið savnaðar til ymiskar temadagar og verkstovur.

Harumframt hevur altjóða fótbóltssamgongan FIFA stuðlað átakinum við at bjóða luttakarunum á leiðsluskeið, har serligur dentur verður lagdur á at styrkja førleikarnar og møguleikarnar hjá kvinnum at bjóða seg fram í nevndar- og leiðsluhøpi innan fótbóltsheimin.

– Vit hava eitt greitt ynski og eina ætlan um, at fleiri kvinnur skulu bjóða seg fram og gera seg galdandi í fótbóltsleiðslu í Føroyum, og tí er tað eisini týdningarmikið at skapa hetta netverkið, soleiðis at feløgini eisini kunnu styrkjast saman á hesum økinum, sigur Anja Rein, starvsnevndarlimur við heimasíðuna hjá FSF.

Skeiðið hjá FIFA varð hildið júst farna vikuskifti, og orsakað av verandi koronareglum hjá fótbóltssamgonguni, varð skeiðið hildið sum netskeið, har kvinnurnar fingu frálæru og ymisk amboð, sum tær kunnu brúka bæði í fótbólts- og gerandishøpi.

Samanumtikið var talan um eitt gevandi vikuskifti, har luttakararnir bæði fingu nógvan lærdóm, umframt góðar møguleikar fyri at læra hvørja aðra betur at kenna. Og júst tann parturin tykist hava stórt virði fyri luttakararnar.

– Tað er ótrúliga stuttligt at hitta so nógvar aðrar kvinnur, sum eru virknar í fótbólti, upp á ein nýggjan máta. Tær flestu av okkum hava hitst áður á og uttanfyri vøllin í samband við dystir og kappingar, men tá kappast vit jú ímóti hvørjum øðrum. Her arbeiða vit saman móti einum felags máli, sum er at styrkja kvinnufótbóltin, og tað fáa vit nógv betur gjørt, um vit hava eitt sterkt samanhald, sigur Annika Klein, sum saman við Evi Mikkelsen umboðar Skála í átakinum.

Ætlanin hjá Fótbóltssambandinum er framhaldandi at skipa fyri afturvendandi tiltøkum fyri slóðararnar, og fyri framtíðina verður eisini arbeitt við at víðka um netverkið og møguliga endurtaka líknandi skeið fyri nýggjum luttakarum.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo