Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ja so bórust boðini um enn ein eyka skatt, í samgongunar tólvta tíma.

Hesaferð eru tað Suðuroyggin og Nólsoyggin ið skulu spennast enn harðari fyri vognin.

Eitt eyka gjald skal leggjast á tey ið sigla um ávikavist Suðuroyar og Nólsoyarfjørð.

Ein fimm króna og ein tíggjukróna ljóða ikki av nógvum, men sum gamla orðatakið sigur “fleiri løkir smáir, skapa stórar áir”.

Hjá teimum ið brúka farleiðina nógv, er hettar ein stórur eyka kostnaður.

Familjur ið eru hart spentar verða enn harðari spentar nú og er tað við einum Javnaðar landsstýrismanni á odda, tað tykist mest sum margháttligt at so skal vera.

Vónandi kunnu tit politikarar ið eru valdur í Suðuroynni og serliga tit ið sita í samgongu forða fyri hesi vanvirðuligu beistagerð.

Tí eitt er vist, hettar skapar so avgjørt ikki størri áhuga at verða verandi í oynni og enn minni at flyta til oynna.

Sum er má ein familja úr Suðri gjalda fleiri ferðir tað ið aðrar familjur mugu gjalda fyri at koma á fastlandið og møguliga longri.

Bæði Sirið Stenberg og Páll á Reynatúgvu hava verið frammi og tosaðu um at javnseta tey ið sigla við strandfaraskipum við tey ið koyra ígjøgnum tunlarnar.

Vónandi gera tit bart nú.

Eg farið staðiliga at heita á Heðin Mortensen landsstýrismann um at kvala hettar í føðingini.

Tit siga tykkum vilja javna og tað gera tit so sanniliga við hesi ætlan. Tit javna Suðuroynna og Nólsoynna við jørðina.

Eitt skal verða sligið fast, koma eg og Fólkaflokkurin til eftir valið, skal hendan niðurlaðingin av samfelagnum við øllum handa slag avgjøldum steðgast.

Jóhan Eli Poulsen
Valevni fyri Fólkaflokki

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo