Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Wim Wenders (nr tvey frá vinstru) saman við Jan Berg Jørgensen, Guðrið Højgaard frá Visit Faroe Islands og Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum (mynd Birgir Kruse).

Wim Wenders (nr tvey frá vinstru) saman við Jan Berg Jørgensen, Guðrið Højgaard frá Visit Faroe Islands og Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum (mynd Birgir Kruse).

Nú kemur hann í Filmsfelagið, nýggi filmurin hjá Wim Wenders, SUBMERGENCE, sum eisini er upptikin í Føroyum.

Jan Berg Jørgensen, formaður í Filmshúsinum, ið varð knýttur at føroysku upptøkunum, fer at innleiða sýningina, sum verður mánadagin 18. juni kl 20 í Havnar Bio. Tvær aðrar sýningar verða týsdagin og mikudagin eftir. Allar sýningarnar eru almennar.

Úr Svøríki
Filmsfelagið hevur útvegað SUBMERGENCE frá Scanbox í Svøríki, sum umframt Føroyar er einasta norðurland, ið vísur filmin. Scanbox, sum hevur íslendskan stjóra, eigur rættindini at vísa SUBMERGENCE í øllum Norðurlondum.

Svenski Olle Agebro segði soleiðis um SUBMERGENCE, tá hann varð sýndur á filmstevnu í Gøteborg:

"Alicia Vikander briljerar i känslosvallande kärleksdrama i Wim Wenders största film på decennier. Danielle (Alicia Vikander) och James (James McAvoy) faller ögonblickligen för varandra när deras vägar korsas i en fransk semesterort vid Atlantkusten. Men förälskelsen hindras av deras stökiga yrkesliv och snart befinner sig marinbiologen Danielle på havets botten samtidigt som ingenjören James kidnappas av Al-Qaida. Wim Wenders återvänder till sitt magiska berättande i en kärlekshistoria uppriven av geopolitiska konflikter och naturens otämjda krafter. I ett storslaget porträtt fångar Alicia Vikander en omättlig längtan i en saga driven av existentiella frågor hos en Wenders i sin mest storslagna form sedan Himmel över Berlin."

(Olle Agebro, Svøríki)

Hollywood Reporter sigur, at romantiski filmurin SUBMERGENCE er “Wim Wenders’ most broadly accessible fiction film in ages…there will probably be tears.”

Filmsfelagið vísur í hesum døgum filmar hjá fremstu evropeisku filmsleisktjórum, m.a. Michael Haneke. Umframt Haneke, hevur Wim Wenders í áratíggju verið mettur sum hin fremsti leikstjórin í Evropa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo