Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein persónur sum er komin til Danmarkar úr Sameindu Arabisku Emiratunum er testaður positivur við suðurafrikanska variantinum av korona, skrivar ritzau.

Sambært Statens Serum Institut er hetta fyrsti tilburður av hesum variantinum sum er funnin í Danmark.

Suðurafrika hevur síðani miðjan desembur havt nógv vaksandi smittutøl, hóast tað er summar har, sum er árstíðin tá smittutølini vanliga ganga niðureftir. Og tað er nýggja variantinum fyri at takka.

Eyka nógv verður gjørt burtur úr at finna tey sum eru smittað við bæði tí suðurafrikanska og tí enska variantinum at korona virusinum, tí hesir smitta verri enn tann vanligi og kendi varianturin.

Sagt verður eisini, at serliga suðurafrikanski varianturin kann vera verri at hava við at gera, tí ábendingar eru um, at vaksinan ikki bítur líka væl á honum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo