Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

- Vit eru sera fegin um at Suðuroyar Sparikassi verður høvuðsstuðul hjá Faroe Islands Handball Cup 2020, sigur Bogi Mortensen, vegna fyrireikararnir av stóru hondbóltskappingini, sum verður í Vági komandi dagarnar.

- Fyri okkum er hetta eitt stórt tak at skipa fyri so stórari kapping, har tað verða umleið 500 leikarar, sum fara at spæla hondbólt mánadagin, týsdagin og ónsdagin, tí er tað eisini umráðandi at hava góðar stuðlar, sigur Bogi Mortensen.

- Suðuroyar Sparikassi hevur altíð verið ein drúgvur og trúfastur stuðul hjá ítróttarlívinum í nærumhvørvinum, og nú tekur Suðuroyar Sparikassi so enn eitt tak, og tað eru vit takksom fyri sigur Bogi Mortensen.

Faroe Islands Handball Cup 2020 byrjar mánamorgunin kl. 8.30 í Marghøllini í Vági. Spælt verður eisini týsdagin og ónsdagin. Mánadagin og týsdagin endar kappingin umleið kl. 18 og ónsdagin endar Faroe Islands Handball Cup 2020 umleið kl. 15.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo