Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Má siga at meira ábyrgdarleysan politikkara enn Sirið Stenberg og javnbjóðis tunnils-knokkar skal leitast leingi eftir.

Taka vit heimsins longsta undirsjóðartunnil sum dømi, er tað Ryfylketunnilin í Noreg, ið "bert" er 14,4km til longdar, og er bygdur sum tveir tunlar vegna trygdarkrøv, so bleiv kostnaðurin 8,1 milliardir krónur.

Umroknað til ein 25km Suðuroyartunnil, ið stendur í tveimum tunnlum... vegna trygdarkrøv... verður kostnaðurin góðar 14 milliardir krónur.

Nýggi ætlaði Rogfast tunnilin í Noreg, ið ikki enn er samtyktur at byggja, skal verða 26km til longdar og eisini sum tveir tunlar.

Prísurin varð mettur til góðar 17 milliardir krónur, men hevur Statens Vegvesen nú dagført kostnaðin til 25 milliardir krónur.

Dagførdi metti kostnaðurin hjá Landsverk fyri ein tunnil var góðar 5,4 milliardir, og við neyðugu trygd og tveimum tunlum røkkast góðar 10,8 milliardir.

Meira sannlíkt, sum almennar verkætlanarkostnaðir vísa seg, kann roknast við at tað júst verða tær góðar 20 milliardir Danskar krónur ein dupultur Suðruoyartunnil kemur at kosta.

Flutningstørvurin í Noreg til Rogfast tunnilin er fleiri milliónir fólk hvørt ár. Verður samanborið við fólkatal í Suðuroy og ferðafólkatal til og frá Suðuroy, dettur ketan heilt av.

Sirið Stenberg, Bjarni Hammer, Hendrik Old og javnbjóðis borgarstjórar... mestan í høvuðsstaðnum og Vági, eru fullkomuliga uttan samband við verunleikan og hvat eitt land við 54.000 íbúgvum megnar at fíggja og gjalda.

Fyri 20 milliardir krónur kunnu 30 nýggj framkomin skip fáast til vega. Eitt skip megnar væl 30 - 40 ár í sjónum, og 30 skip vilja tí nøkta tørvin fram til ár 2920.

Ein fiskivinnutjóð burturav, ið ikki megnar at sigla tveir tímar umborð á luksusferju, hevur heilt einfalt onga framtíð.

Meðan heimurin er við at kódna í veðurlagsgassum og lívfrøðiliga margfeldni er í fríðum falli, javnt sum fossila orkan er ein hóttan hesum viðvíkjandi, og ovurstórur tørvur er og verður á fígging til umlegging til aðar orkukeldur og orkuberar, kann ein niðurstøða verða, at Sirið Stenberg og nevndu politikkarar eru dumpaðir so dyggiliga, og avgjørt ikki eiga at verða valdir aftur á ting.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo