Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgtingið játtaði í 2019 5 mió krónur til búskaparligar og jarðfrøðiligar kanningar av einari nýggjari farleið til Suðuroynna. Jarðfrøðiligu kanningarnar verða væntandi lidnar seinni í ár, meðan búskaparligu forkanningarnar vóru latnar landsstýrismanninum í Fíggjarmálum í vikuni.

Høvuðsniðurstøðurnar eru hersar:

1. Ein tunnil til Suðuroyar er ein risa íløga. Tunnilsverkætlanin - uttan avleiddar verkætlanir - verður mett at kosta 5,4 mia krónur. Upphæddin svarar til umleið eina almenna fíggjarlóg ella 1/4 av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni. Í mesta lagi 10% av kostnaðinum kunnu fíggjast við brúkaragjøldum.

2. Búskaparliga greiningin vísir, at ein ferjuleið er besta loysnin, har ein undirsjóvartunnil gevur eitt netto samfelagsligt tap uppá 1,6 mia. krónur yvir 50 ár.

3. Samfelagsliga greiningin bendir á, at ein nýggj farleið til Suðuroyar hevur samfelagsligar ágóðar við sær. Fyri fólkatal og aldursbýti, fyri virksemi og hægri lønarlag í oynni.

4. Ein undirsjóvartunnil er besta loysnin fyri umhvørvið. Samanborið við verandi farleið minkar útlátið av CO2 við 230.000 tonsum yvir 50 ár.

5. Ein skilagóð loysn skal finnast til nýtslu av tunnilsgrótinum, áðrenn farið verður undir verkætlanina.

Forkanningin uppá 80 síður kann takast niður her og framløgan, sum er hildin fyri løgtingslimum og á tíðindafundi kann takast niður her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo