Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Henda súkklan var stjolin í Vatnsoyrum fyri um 14 døgum síðani, og í dag fekk eigarin at vita, at sama súkkla var brúkt í sambandi við stuldur í FK-handli í Havn.

Útvarpið greiddi frá um rumenska mannin í tíðindunum klokkan 18 í kvøld. Maðurin hevur búð í tjaldi í viðarlundini í Havn, hevur lívbjargað sær við at selja fløskur, og hevur annars roynt at fingið arbeiði í Føroyum, men hevur einki fingið.

Um tað er sami maður sum stjolið súkkluna hevur, sigur søgan tó einki um.

Eigarin av súkkluni, sigur við VP, at hesin stuldur av súkkluni er helst ein áminning um, at vert er at ansa eftir hvat vit lata standa uttanfyri húsini.

- Vit í Føroyum hava ikki fyri neyðini at ansa so væl eftir hvat vit lata standa uttanfyri, tí so gott sum einki verður stjolið, men tað er kanska vert at gera tað framyvir, sigur eigarin.

- Vert er at ansa eitt sindur betur eftur, nú so nógvir útlendingar fartast um oyggjarnar, sigur hann.

Tað var handilin UNO sum setti seg í samband við eigaran av súkkluni, har sum súkklan eisini var keypt. Handilin hevði stellnummarið á súkkluni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo