Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Í heystfrítíðini verður høvið hjá stórum og smáum at súkkla saman í einum trunka frá Norðurlandahúsinum og oman í býin.

Saman við øðrum skipar Tórshavnar kommuna fyri eini sokallaðari “hjólvelting” sum kemur av franska “La vélorution”. Vegirnir verða fyltir við súkklum fyri at vísa, at øll hava rætt til býarrúmini.

Umframt at súkkla frá Norðurlandahúsinum og oman í miðbýin, verður súkkluverkstaður, røður, skemt, tónleikur og ymiskt annað á skránni. Nú myrka tíðin byrjar, verða endurskinsvestar eisini býttir út í sambandi við hjólveltingina.

Øll eru vælkomin!

Tiltakið er fyribils sett til týsdagin 13/10, men kann verða útsett um veðrið ikki er til vildar.

Skrá
Kl. 16.00(-17.00) Norðurlandahúsið:
- Súkkluverkstaður – til ber at fáa smáumvælingar gjørdar ókeypis.
- Tórshavnar kommuna býtir út frástøðupinnar og endurskinsvestar.
- Ingmar og Napoleon spæla á lagil (melodica) og ukulele.

Kl. 16.30 Norðurlandahúsið:
- Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, fortelur um at súkkla til arbeiðis.
- Átakið Hjólvelting greiðir frá um hugsjónina handan átakið.
- Upphiting við klovninum BUBU, sum kemur við á hjólvelting.

Kl. 17.00 Súkklur fara avstað frá Norðurlandahúsinum. Súkklað verður Yviri við Strond.

Uml. kl. 17.30 Boðanesheimið:
- Felagssangur verður sungin við Boðanesheimið.
Leiðin gongur víðari oman í miðbýin.

Uml. kl. 17.45 Perlutúnið:
- Marin Katrina Frýdal hugleiðir um hvussu man fær “býir og bygdir fyri fólk”
- Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd hugleiðir um umstøður hjá súkklandi og gangandi
- Tórshavnar kommuna bjóðar ábit og høvi verður at práta við starvsfólk frá teknisku umsiting um súkkliumstøðurnar í kommununi.

Kl. 18.00 Perlutúnið:
- Workshop: Lær at umvæla súkkluna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo