Ver ikki so himmalskur, at tú ikki er til nakra verðsins nyttu
- C. H. Spurgeon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Álit í løgtingsmáli nr. 120/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka (Heimild at loyva ávísum matstovum og fyritøkum at innflyta borðvín og heimild til bryggjarí at selja beinleiðis til proviantering og tollfríar sølubúðir)

Poul Michelsen og Bjarni K. Petersen, løgtingsmenn, hava lagt málið fram tann 6. mars 2020 og eftir 1. viðgerð tann 24. apríl 2020, er tað beint Vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 12., 19. og 26. mai 2020. 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Handilsvinnufelagið, Ferðavinnufelagið, Gist og Vist, Rúsdrekkasølu Landsins og landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Johan Dahl, Beinir Johannesen, Jákup Mikkelsen og Henrik Old) hevur hesar viðmerkingar:
Meirilutin hevur sera trupult við at skilja høvuðsgrundgevingina fyri lógarbroytingina, sum er, at  matstovuvinnuni tørvar eitt meira fjølbroytt úrval av dygdarvíni umframt møguleika sjálvi at samráðast við veitarar um nøgd og prís.

Sum tað eisini kom fram undir hoyringunum í nevndini, so bíleggur stórur partur av matstovuvinnuni í dag beinleiðis frá veitarum, undir hesum samráðist um treytir viðvíkjandi úrvali, dygd, prísi, nøgd og veiting.

Sostatt er núverandi lóg ongin avmarking hesum viðvíkjandi. Eru aðrir snávingarsteinar av praktiskum slag millum Rúsdrekkasølu Landsins og matstovuvinnuna verður mælt til, at partarnir  seta seg saman og royna at semjast um slík praktisk viðurskifti.

Tað kom fram undir hoyringunum, at matstovuvinnan fær avsláttur av borðvíni frá Rúsdrekkasølu Landsins umframt møguleika til vørugoymslu, hetta tó við avmarkingum.  Tað er ongin loyna, at vinningurin hjá Rúsdrekkasølu Landsins, sum eisini skal verða við til at dekka avlopskrav frá landinum umframt sín part av rakstrinum, er sera avmarkaður, tá talan er um sølu av borðvíni til matstovuvinnuna.

Rúsdrekkasøla Landsins hevur, síðan hon bleiv sett á stovn, fingið álagt bæði at virka á handilsligum grundarlag og hava eitt avlopskrav, samstundis sum hon harumframt skal leggja áherðslu á  fyribyrging. Hetta kann sýnast ikki sørt mótsigandi; sum at blása og hava mjøl í munninum samstundis. 

Hóast hesa áseting hevur eydnast Rúsdrekkasølu Landsins, saman við nógv mentu matstovunum og teirra dugnaligu starvsfólkum og leiðslum, gjøgnum árini at broyta drykkjuvanarnar munandi og verður í dag drukkið minni av sterkum brennivíni enn áður, meðan borðvín og bjór hava avloyst alkohol við høgum prosenti sum partur av broyttu matmentanini. 

Um Rúsdrekksøla Landsins frameftir skal rekast sum ein vælvirkandi stovnur, sum frameftir eisini tekur ábyrgd av teimum samfelagsligu avleiðingunum, sølan av vøruni hevur við sær, og har vinningur ikki er ein motivatiónsfaktorur, mælir meirilutin til at hyggja nærri eftir, um neyðugt er við dagføringum av rúsdrekkalógini.

Meirilutin tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. 

Ein minniluti (Bjørt Samuelsen og Bjarni Hammer) hava hesar viðmerkingar.

Í Føroyum er sølumonopol av rúsdrekka soleiðis, at alt rúsdrekka sterkari enn 5,8% bert kann seljast gjøgnum Rúsdrekkasølu Landsins. Líknandi einkasølur eru vanligar í fleiri av grannalondum okkara.  Í Føroyum er eisini innflutningsmonopol, og er hetta óvanligt aðrastaðni, har tað eru nógvir innflytarar av rúsdrekka. Tað gevur innflytarar við serkunnleika, sum kunnu kappast um at bjóða monopolsølunum, matstovuvinnuni og skeinkistøðunum eitt breitt úrval av vørum.    Hesin minnilutin heldur tað vera rætt at varðveita útsølumonopol soleiðis, at sterkari løgur einans verður seldur gjøgnum Rúsdrekkasølu Landsins. Samstundis heldur hesin minnilutin tað hava týdning at geva vinnuni smidligari karmar at virka undir. Her verður bæði hugsað um matstovuvinnuna, men ikki minni um føroysku bryggjaríini. Hesin minnilutin heldur, at føroysku bryggjaríini eiga at fáa loyvi at selja alt sítt øl úr egnum sølubúðum - til fyrimuns fyri bryggjaríini, fyri brúkaran og fyri ferða- og matstovuvinnuna. Spurningurin um at loyva skrásettum fyritøkum at innflyta rúsdrekka er størri enn bert ein spurningur um borðvín, sum hetta uppskotið einans fevnir um. 

Tíðin er komin at eftirmeta og dagføra rúsdrekkalógina, so hon hóskar til ta menning, sum verið hevur í samfelagnum og tann tørv, sum eitt blómandi vinnulív hevur. Politiska skipanin hevur gjøgnum árini álagt Rúsdrekkasølu Landsins eitt tvungið tvísiffrað milliónayvirskot. Tá broytingar verða gjørdar í rúsdekkalógini, sum minka um inntøkurnar hjá Rúsdrekkasølu Landsins, eigur eitt fylgiuppskot at vera við, sum minkar um yvirskotskravið. Við tíðini eigur yvirskotskravið at verða tikið burtur. Hesin minnilutin tekur ikki undir við málinum, og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. 

Ein annar minniluti (Bjarni K. Petersen) hevur hesar viðmerkingar: 

Undir hoyringunum í Vinnunevndini er tað komið fram, at ferða- og matstovuvinnan spyr eftir størri fleksibiliteti, tá ið tað umræður innflutning av borðvíni.  Men sum heild halda tey eisini, at logistikkurin fyri innflutning av øllum rúsdrekkavørubólkum til loyvishavarar innan ferða- og matstovuvinnuna er ov trupul í einari skipan við einkainnkeypi.

Vinnunevndin hevur fingið upplýst, at orsøkin til tørvin á hesari broyting ikki er ein spurningur um prís ella vinning, men at tað blívur smidligari fyri vinnuna, um tey sjálv fáa loyvi til at leggja sítt innkeyp til rættis. Undir verandi umstøðum kann vinnan ikki liva við teirri skipan, sum Rúsdrekkasøla Landsins arbeiðir eftir, og sum politiska skipanin hevur ásett.

Vinnan hevur víst á, at hon hevur avbjóðingar við m.ø. pantskipanini, óneyðugum flutningsgjøldum, goymslu, likviditeti, vørubólkum, mongdarinnkeypi og returnering, og at Rúsdrekkasøla Landsins ikki veitir tænastu á nøktandi støði eftir vinnunnar alsamt serstakara tørvi.

Uppskotið kann fáa avleiðingar í mun til, at politiska skipanin hevur álagt Rúsdrekkasølu Landsins eitt ávíst avlopskrav, sum eisini verður ásett politiskt. Mett verður, at tað ikki fær stórvegis avleiðingar fyri landskassan, tá ið inntøkurnar frá MVG og øðrum tengdum gjøldum enn fara at koma í landskassan.  Men spurningurin um alvopskrav eigur eisini at verða viðgjørdur saman við uppskotinum, tá ið tað kann fáa óbeinleiðis avleiðingar fyri avlopið hjá Rúsdrekkasølu Landsins og harvið landskassan, um uppskotið verður samtykt.

Allir hoyringarpartar, sum umboða vinnulívið, hava spurt eftir hesi broytingini, og tey leggja áherðslu á, at hetta ikki ger nakað við samlaðu nýtsluna av rúsdrekka fyri teirra viðkomandi. Tvørtur ímóti hava tey verið ein viðspælari til at skapt eina sunnari rúsdrekkamentan í Føroyum.

Vinnan heldur, at tað verður lættari hjá teimum at samskipa innkeypið, at leggja úrvalið til rættis, og at mann sleppur undan óneyðugari umsiting við hesari lógarbroyting.

Hesin minnilutin setir fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis: 

“Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka (Heimild at loyva ávísum matstovum og fyritøkum at innflyta borðvín)”

Viðmerkingar Av misgáum er seinna lið í frágreiðandi heitinum ikki strikað.  Við hesi broyting verður frágreiðandi heitið rættað, so tað samsvarar við innihaldið í  løgtingslógaruppskotinum. 

Við hesi broyting og viðmerkingum tekur hesin minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. 

Vinnunevndin, 2. juni 2020

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo