Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ofta spyrji eg meg sjálvan, um orðið, journalistur, er tað rætta at brúka um summi tíðindafólk, og um ikki orðið, aktivistur, heldur er tað rætta!

Í gjárkvøldið, 27.06.22, var tað fosturtøka, ið var á skránni sjónvarpinum!

Og tey bjóða sjálvandi bara samsintum í sjónvapsstovuna!

Men í staðin fyri at gleðast um støðuna í Føroyum, her fosturtøkutalið samanborið við hini norðurlondini er sera lágt og er minkað niður í helvt tey seinastu árini, og her kvinnurnar framvegis eru nógv raskastar at fáa børn, ja, so hoyrir tú ímillum reglurnar eina láturliggering av egnum landsmonnum – hesum ”kristin-konservativu” føroyingunum, sum ikki eru komnir longur enn í 1950'ini.

Tað passar als ikki, sum sagt verður, at fosturtøka er eitt tabu-lagt evni, og eg kenni nógv í øllum politiskum flokkum í Føroyum, sum eru ímóti at gera fosturtøku fríari.

Og grundin er einføld!

Føroyingar hava tíbetur framvegis virðing fyri Guds Orði og tí, sum kirkjur og samkomur læra, og sum Bíblian eisini sigur, at Gud kendi okkum longu í móðurlívi, og at fostrið hevur mannarættindi og sjálvstøðugt virði.

Sálmur 139,16 sigur: "Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin."

Sæla móðir okkara, Maria á Lakjuni (1921-2006), skrivaði fyri mongum árum síðani hesa talandi yrking júst um hetta evni:

Eitt lítið lív – júst byrjað, so týnt tað verður brátt,
ei vælkomið av teimum, ið her tað skuldu átt.
- Mítt kæra barn, mín lækni, hann segði so við meg,
eg neyvan før var fyri í heim at bera teg.

Hvør avger, at mín rættur til lívið størri var
enn pinkulítla barnsins, eg undir hjarta bar?
Vart tú ei fyri Gudi ein sál so dýrabar?
Hann hevði pláss tær vunnið í Himlinum hjá sær.

Tey evni, skapt av Gudi, frá tí tú gitin varð,
lat fyri Hann tey virka, sum gávurnar gav tær.
Í móðurlívi fostrið Hans eyga gjølla sær,
í bók Hans upp varð skrivað hvør dagur, givin tær.

So stór og djúp var frøin, tá ið tú føddur varð,
í sorgum og í gleði eg átti lut við tær.
Í mínum hjarta eigur tú líka stóran part,
nú tú ert vaksin maður, sum tá tú lítil vart.

Tey barnaár, tey svunnu ov skjótt, so tykist mær.
Tó tíðin fer – vit kunnu ei broyta nakað har.
Men Harrin er tann sami, Hann okkum hjálpa kann,
um vit av hjarta vilja enn líta heilt á Hann.

Jógvan á Lakjuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo