Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Tórshavn: Komið við, tá vit fríggjadagin 24. juli fara at njóta ein seinnapart í Tinghúsgarðinum afturvið góðum mati, lekkrum tónleiki og forvitnisligum marknaði.

Tónleikur
Tað verður eingin annar enn Knút, sum kemur at diska fyri okkum, tá summarskáin verður í Tinghúsgarðinum.

Ókeypis kombucha og súrdeiggj
Vit fara at býta út kombucha-scobys og súrdeiggj í Tinghúsgarðinum. Uppskriftirnar til kombucha og súrdeiggj verða eisini á staðnum.

Gøtumatur og ísur
Kundi tú hugsað tær ein hotdog við øllum ella bara ein stóran ís við churros? So er tað í Tinghúsgarðin tú skal leita tær. Her fært tú næstan alt.

PANCHO POP UP – Heimagjørdir gourmet hotdogs

BURGARABILURIN – Obeliksburgarar við visnaðum neytakjøti

FISK & KIPS – Dygdarrávørur úr gula matbilinum

ÍS – Vælsmakkandi føroyski ísurin, sum verður framleiddur á Vestaru Bryggju

BRELL – Nýbrent fyrstaflokks kaffi av Vaglinum

ØL – Trý ymisk sløg av øli

Umframt alt hetta verður eisini klædnamarknaður í Tinghúsgarðinum.

Summarmarknaður í Miðbýnum
Kundi tú hugsað tær sirop ella føroysk egg til vikuskiftið? So skal tú leita tær oman í gongugøtuna fríggjadagin 24. juli kl. 15, tá marknaðurin letur upp. Á staðnum verða hesar vørur seldar:

Føroyskar rávørur
- Skerpikjøt, Tjógv, og Bøgir úr Gásadali
- Súltað mairót og súltutoy, te og salt úr hvann
- Pesto, sirop og súltutoy av Sandi
- Egg úr Norðradali
- Fiskur frá Eldborg
- Mortan Johannesen selir fisk niðri í Vágsbotni

Listahandverk
- Vakrar smúkkur
- Ymiskir leirlutir
- Bundnar vørur

Vælvera
- Húðrøkt úr tálg

Tónleikur
- Útgávukonsert við Eli í Tutl kl. 16. Lurtað verður eftir útgávuni, og somuleiðis verður lítil samrøða við Kristian B. og Eli, um hvussu hann smíðar síni løg.
Klædnamarknaður og aðrar forvitnisligar loppur.

Summar í Tróndargøtu
Upplivið italienskan stemning í Tróndargøtu við góðum suðurlendskum hugna, móta, tónleiki, víni og mati. Soul Made/EINSTAKT, Salong Annika og Víngarðurin hava opið frá kl. 12 til kl. 18.

Í hesum sambandi verður gongugøtan stongd fríggjadagin 24. juli frá Sverrisgøtu oman til kioskina hjá Astu frá kl. 12 til kl. 18, og niðari partur av Tróndargøtu frá kl. 11 til kl. 18. Vegurin verður stongdur frá Sverrisgøtu til Niels Winthers gøtu.

Eingin ferðsla verður á hesum báðum gøtum í nevnda tíðarskeiðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo