Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fróðskaparsetrið: Í dag byrjar Summer Academy on the Continental Shelf 2018. Talan er um eitt vikuskeið um landgrunsrætt, ið Fróðskaparsetur Føroya skipar saman við African Institute of International Law (AIIL).

Skeiðið er grundað á samstarvsavtalu millum Fróðskaparsetur Føroya og AIIL og er m.a. stuðlað av Korean Maritime Institute og av játtanini hjá landsstýrinum til menningarsamstarv. Aðrir samstarvspartar eru Jarðfeingi og GEUS. Skeiðið verður hildið í Arusha, Tansania.

Endamálið er at fáa luttakarar úr øllum heiminum, herundir serliga úr menningarlondum, at nema sær holla vitan um jarðfrøðilig og løgfrøðilig viðurskifti um landgrunnin.

Tilsamans 33 luttakarar úr 24 londum eru á skeiðinum, heruppií eru 16 luttakarar úr 12 afrikanskum londum. Millum undirvísararnar teljast m.a. forsetin í altjóða dómstólinum í Haag,  Abdulqawi Ahmed Yusuf og tríggir limir í landgrunsnevnd Sameindu Tjóða.

Fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo