Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sunda kommuna: Á býráðsfundinum mánakvøldið 25. mai, sum varð hildin við Gjógv, samtykti býráðið ársroknskapin fyri 2019.

Ársroknskapurin vísur eitt rakstraravlop á á 31,4 mió. kr. Í fíggjarætlanini fyri 2019 var mett við einum rakstraravlopið á 14,4 mió. kr. Eftir íløgurnar var úrslitið (RLÚ) -12,4 mió. kr. í mun til -42,6 sambært fíggjarætlanini.

Samlaðu inntøkurnar í 2019 vóru 97,4 mió. kr., ið er 13,1 mió. kr. og 15,5 % hægri enn fíggjarætlanin fyri 2019. Samlaðu inntøkurnar í 2019 vístu ein vøkstur á 7,5 mió. kr. og 8,34 % í mun til undanfarna roknskaparár.

Sunda kommuna gjørdi íløgur fyri tilsamans 43,8 mió. kr. í 2019. Størsti parturin av hesum var til Skúlan og ítróttarhøllina við Streymin og til ítróttarøkið við Margáir.

Á fíggjarætlanin fyri 2019 var lagt upp fyri íløgum á tilsamans 56,9 mió. kr. Munurin stavar í stóran mun frá at íløgur viðvíkjandi Skúlanum við Streymin ikki vóru framdar í 2019, men vóru fluttar til 2020.

Fíggjarstøðan 2019 javnvigar við 31.869 kr. Av hesum er 19.376 kr. tøkur peningur, 13.493 kr. er goymslur og áogn. Lániskuldin var 38,5 mió. kr. við árslok. Nettoskuldin var 22,9 mió. kr., ið svarar til 28 % av skuldarloftinum.

Roknskapurin kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo